Óluvu kvæði

Anonymous

Pippingur í Fraklandi

eigir eina frú,

Óluva eitur hennara dóttir,

bæði er hon væn og prúð.

Stígum fast á várt gólv,

sparum ei vár skó!

Gud man ráða, hvar vær drekkum

onnur jól.

Hugin setst í hásæti,

talar við sínar dreingirí

"Hvar vita tit mín javnlíka?

tað havi eg hugsað leingi."

Pipping kongur dóttur eigir,

hana hava menn við orði,

hennar er stólur av gulli gjördur,

framman fyri kongins borði.

So letur hann Hugin kongur

byggja skipini sín,

letur so laða í bæði borð

virtur og so vín.

Vindur nú upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Pippings land.